Goymslutangar á Trøllanesi
8. juni vórðu goymslutangarnir til reinsiverkið á Trøllanesi koyrdir norður.
Tangarnir eru framleiddir, so teir kunnu flytast í einum norður gjøgnum tunlarnar á Kalsoynni.
Tangarnir eru framleiddir í Klaksvík, og eru 12,5m langir, hvør tangi rúmar 15 rúmmetrar av vatni.
Tangarnir verða niðurgrivnir, so at bert mannholini koma at verða sjónlig, tá alt er liðugt.

Tangarnir verða lagdir uppá bilin í Klaksvík.

Lastbilurin koyrir gjøgnum rundkoyringina á posthúsinum.

Bilurin kemur úr Sam, har var ikki nógv út at geva.

So er at umskipa fyri at fáa pláss í tunlunum.


So vóru tangarnir at enda norðuri á Trøllanesi.
