Reduktiónsventilur á rávatnsleiðingini frá Strandadali:
Reduktiónsventilurin varð tilsettur í viku 17 í ár. Hetta er fyrsti modulerandi Dorot reduktiónsventilur, sum er installeraður í Føroyum. At ventilurin er modulerandi merkir, at trýstið er tillagað nýtsluni. Hetta verður nýtt til drekkivatnsleiðingar uttanlanda og hevur tað víst seg, at nýtslan minkar munandi.

