Vatnarbeiði til Góðshavnina liðugt:

Hetta arbeiði er gjørt fyri Klaksvíkar Kommunu, og hevur SP/F Dorus S. Johannesen staðið fyri øllum arbeiðnum, sum er um at verða liðugt nú.

Installatiónin er gjørt til at kunna veita 450 m3/tíma av sóttreinsaðum vatni við bryggjukantin, og hetta er eindømi í Føroyum at kunna veita so stórar nøgdir av vatni. Hetta kann vera ein fyrimunur, tá nógv vatn skal takast uppá stutta tíð.

 

Havnaøki

Fyrsti partur varð gjørdur, tá havnalagið bleiv gjørt í 2006, og varð liðugt í oktober mánaða.

Á havnaøkinum er høvuðsleiðingin ein ringur av Ø200mm SDR17 PN100, úttøkini eru  Ø160mm.

Úttaksbrunnarnir eru útgjørdir við 6” storz koblingum úr sýruføstum rustfríum stáli, og nøkta øll altjóða krøv til veiting av drekkivatni.

Í úttaksbrunnunum kunnu 2”, 4” og 6” slangur íbindast við Storz koblingum.

 

Reduktiónsstøð:

Annar partur var montering av reduktiónsstøð omanfyri oljugoymsluna hjá Shell í Ánunum. Á reduktiónsstøðini er ein Dorot DN200 seria 300 reduktiónsventilur, sum kann veita 500 m3/tíma við einum trýstfalli uppá 5 mVS.

 

Fakta: Dorot seria 300 DN200 sí datablað ( Dorot series-300)

Trýstklassi PN16

Flow: 500 m3/tíma við 5 mVS trýstfall

Max. áhaldandi flow tilrátt: 480 m3/tíma

Min. tilrátt flow: 1 m3/tíma

 

Á støðini er eisini ein yvirtrýstventilur installeraður. Hetta er ein Dorot DN100 Seria 100, og hesin yvirtrýstventilurin kann nýtast sum reduktiónsventilur, tá eftirlit skal gerast á høvuðsventilinum.

 

Fakta DOROT seria 100 DN100  (Sí datablað Dorot Series-100 PS)

Áhaldandi flow max: 100 m3/tíma

Spíðsbelastningur max: 273 m3/tíma

Min. tilrátt flow: 1 m3/tíma (Sum reduktiónsventilur)

 

 

 

Høvuðsvatnleiðingin norður í góðshavnina er liðug:

Triðji partur av verkætlanini var at leggja Ø315mm PE leiðing millum reduktiónsstøðina og havnaøki.  Hetta arbeiði byrjaði í apríl í ár. Vatnleiðingin er ein PE-100 Ø315mm SDR17, sum er stuksveisað av okkara certificeraðu sveisarum.

Omanfyri góðshavnina í Ánunum er leiðingin deild sundur til góðshavnina og bygdina í Ánunum.

 















Stoksoyravegur 8B, Postboks 3, FO-710 Klaksvík, Fart: 731101, Faks: 421896, dsj@dsj.fo